Fótbóltur
Fyri fyrstu ferð í eina tíð var oddabrak á skránni í ensku Premier League sunnudagin. Arsenal tók á heimavølli ímóti Manchester United. Hesi bæði liðini elta Chelsea í oddinum og hvørgin hevði ráð at tapa dystin. Hetta var eisini dystur millum tveir av profilinum hetta kappingarárið. liðskiparin hjá Arsenal, Cesc Fabregas og toppskorarin í Premier League, Wayne Rooney. Hóast teir bara eru ávíkavist 22 og 24 ára gamlir, so eru teir lyklaspælarar á hvørsínum liði.
Nani í hopla
Fyrri hálvleikur beyð uppá góðan álopsfótbólt og tvey avbera flott mál.
Bæði liðini høvdu góðar møguleikar tíðliga í dystinum. Russiski bóltsnillingurin hjá Arsenal, Andrey Arshavin, var nær við at leggja Arsenal á odda tvær ferðir, men eydnan var ikki við honum.
Eisini Wayne Rooney og Nani høvdu møguleikar í hinum endanum, men heldur ikki hjá teimum vildi bólturin í máli.
Nani hevur ikki verið ein fastur partur av United liðnum, síðani hann í novembur mánað í fjør alment úttalaði seg um manglandi spælitíð og venjarin hjá sær Sir Alex Ferguson.
Jaap Stam og Roy Keane eru í millum teir, ið hava fingið durafjórðingin frá Sir Alex eftir at hava sagt ov nógv alment. Fleiri spáddu eisini at tíðin hjá Nani í United var liðug tá. Men Sir Alex tykist hava fyrigivið honum.
Sunnudagin fekk hann møguleikan fyri triðu ferð á rað og hann sveik ikki álitið. Fyrst var hann upphavsmaður til 1-0 málið, tá hann hegnisliga sneiddi sær framvið fyrst tveimum Arsenal spælararum og síðani tí triða, áðrenn hann legði bóltin innfyri har málmaðurin hjá Arsenal var óheppin og slerdi bóltin í málið. Løtu seinni runnu Nani og Rooney alt Arsenal liðið um koll í einum mótálopi, sum endaði við at Rooney skoraði til 2-0.
100 hjá Rooney
Tað var mál nummar 100 í Premier League hjá Wayne Rooney. Fyrsta málið hjá honum var móti júst Arsenal fyri átta árum síðani. Rooney og tá verandi felagið hjá honum, Everton, tóku á heimavølli ímóti Arsenal, sum ikki hevði tapt í 30 dystir.
Í seinni hálvleiki verður ein 16 ára gamal Rooney skiftur inn. Í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð smekkar Rooney til uttanfyri brotssteigin. Bólturin brestur í tvørstongina og í málið til 2-1 til Everton.
Eitt mál, ið avmyndar Rooney og hansara lív sum fótbóltsspælarari. Ræðist onki, viljusterkur og ein vinnari. Átta ár seinni borðreiðir hann framvegis við tí sama og serfrøðingar meta, at hann vera lykilin til eitt gott HM í summar fyri Ongland.
Fegin Fergurson
Stutt inn í seinna hálvleik fer United aftur í mótálop. Park Ji-Sung verður spældur leysur í vinstru síðu og einsamallur við málmanninum skorar hann til 3-0. Uppvísningsfótbóltur frá verandi meistarunum, sum høvdu fult tamarhald á dystinum. Thomas Vermaelen minkaði um munin fyri Arsenal til endaliga støðuna 3-1.
Sir Alex Ferguson var eftir dystin væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum. Hann metti Rooney vera lykilin til sigurin og at Nani spældi sín besta dyst fyri United til dags dato. Venjarin hjá Arsenal, Arsene Wengar, var ikki blívur eftir dystin. Hann helt at teir gjørdu alt ov nógvar persónligar feilir. Hann vildi helst sleppa frá at tosa ov nógv um dystin, men heldur venda eyguni móti oddadystinum komandi vikuskifti. Tá skal Arsenal spæla á útivølli móti Chelsea.










