Menn rokaðust á útróðri

Útróðurin hevur ligið lágt í fleiri ár, men túrarnir hjá útróðrarbátunum Kallanesi, Bragd og Líðhamri leygardagin kundu bent á, at okkurt er í væntu

Leygardagin fingu útróðr­ar­bát­ar úr Klaksvík nógvan fisk, og tað er langt síðan, at teir seinast gjørdu ein so góð­an dag sum hendan.
Henda dagin høvdu út­róðr­ar­bátarnir, Kallanes, Bragd og Líðhamar ávikavist 16.000, 15.000 og 10.000 pund hvør, og tað er rættiliga góð útróðr­ar­veiða.
Tað viðraði eisini væl hjá bátu­num henda dagin, og sum skilst harðnar streym­ur­in ikki, fyrr enn seinni í hesi vikuni.
Norðlýsið veit at siga, at megin­parturin av veiðini hjá hes­um trimum bátunum var stór­ur og góður toskur, og teir høvdu eisini nakað av hýsu.
- Ikki var sørt, at menn høvdu frætt um góða fongin hjá bátunum, og hetta sást eisini á uppmøtingini á bryggjuni, tá bátarnir komu aftur at landi. Tað er altíð hugaligt, tá útróðr­ar­monnu­num gongst væl.
Tað skrivar Olivur Joen­sen á heima­síðuni hjá Norð­lýsi­num leygardagin.

Norðhavsútróður
Tíðin fer nú eisini at nærkast, til menn plaga at fara á Norð­havið við snellu.
Leygardagin var útróðr­ar­maður soleiðis inni á gólvi­num hjá Teymavirkinum og keypti sær nylon, beitur og svøvlar.
- Eg havi skilt, at ein mað­u­r, sum er byrjaður norðan­fyri, hevur fingið eitt tons á snellu, men eg eri ikki greið­ur yvir, um hetta er veiða í ein ella tveir dagar, segði hes­in, sum var spentur at sleppa norður um at royna í 10-mannafari sínum.
Menn, sum fáast við útróð­ur og teir, sum hava áhu­ga fyri útróðri, vóna nú, at várið fer at roynast, bæði við línu og snellu.
Útróðurin hevur ligið lágt í fleiri ár, men túrarnir hjá Kalla­nesi, Bragd og Líðhamri leygar­dagin kundu bent á, at okkurt er í væntu.