Menchov vann í Italia

Russiski Denis Menchov vann sunnudagin stóru súkklukappingina, Giro d’Italia. Á seinasta teininum, sum var ein einkultstartur, var tó um reppið, at tað gekk galið. Menchev reyk í vátu flísurnar á seinasta kilometrinum, men ein hjálpari var nærhendis, og so eydnaðist tað 31 ára gamla súkklaranum at vinna sín fyrsta sigur í stóru italsku kappingini. Undan hesum hevur Menchov tvær ferðir vunnið Vuelta a España.