Men løgmaður, sig okkum hvat og hvussu!

Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi

-------

 

Ein fagran várdag lovaði landsins leiðari fólkinum ein pakka. Tá pakkin loksins kom, var hann vorðin til eitt ólavsøkuuppskot, sum ikki júst var nakað nýtt uppskot men í høvuðsheitum eitt savn at longu samtyktum uppskotum. Og pakkanum á baki kom ein ólavsøkurøða uttan greið mál og uttan nýskapandi politikk á týdningarmestu økjum.

 

Blómutyssi til Lene Espersen

Hóast vit hava ikki færri enn nýggju landsstýrisfólk, er tað avrik hjá danska búskaparmálaráðharranum, Lene Espersen, sum fekk heiðurspláss í ólavsøkurøðu løgmans. Tað fyrsta løgmaður velur at nevna í sambandi við búskaparátøk, eru bankapakkarnir og skipanir hjá danska Eksportkredittfonden. Donsk átøk, sum hvørki okkara løgmaður ella avvarðandi landsstýrismenn hava tikið stig til ella havt so mikið sum ein lítlafingur av ávirkan á.

 

Íløgur og gransking

Løgmaður boðaði frá, at íløgukarmurin á fíggjarlógini 2010 hækkar við 100 mio kr til 330 mio kr. Men júst hvat pengarnir skulu nýtast til, ella á hvønn hátt íløgurnar verða arbeiðsskapandi, fáa vit einki at vita um. Tosa vit um tunlar (her mangla nógvir pengar til longu samtyktar verkætlanir), at skunda undir bygging av psykiatriska deplinum, 50 metra svimjihyl, tjóðleikarhús, skipasmíð......?? Tað einasta vit fáa at vita er, at eitt privat felag skjótt fer at kunna forvinna fleirsifraðar milliónir árliga uppá at byggja ein privatan undirsjóvartunnil.

 

Løgmaður sigur, at okkara grannalond nýta umleið 3% av BTÚ til gransking og menning, og at Føroyar nýta ov lítið. Men hvat er tykkara mál, harra løgmaður? Koma tit við einari munandi hægri játtan til gransking? Ólavsøkupakkin bendir á tað mótsetta.

 

Nýggjar vinnur

Tá løgmaður kemur til partin um nýggjar vinnur er tað fyrsta hann nevnir at: “Landsstýrið er farið undir at menna Føroysku Altjóða Skipaskránna....”. Ja, undanfarna landsstýrið! Undir CHE vórðu neyðugar lógarbroytingar gjørdar, fyri at gera FAS kappingarført við aðrar skipaskráir, og FAS-kontór varð sett á stovn. Tað er gleðiligt at sitandi stjórn loftar úrslitunum og vil føra arbeiðið víðari, men her er løgmaður í so altráur at pynta seg við læntum fjaðrum.

 

Løgmaður setir beinleiðis krónutal á uppraðfesting av marknaðarføring av ferðavinnuni – sum nú er partur av Uttanríkisráðnum. Meðan einki verður sagt um uppraðfesting av vinnumálaráðnum og fiskivinnumálaráðnum. Tað er margháttligt at tey bæði vinnuráðini ikki skulu ganga á odda, tá vit tosa um menning av nýggjum vinnumøguleikum.

 

Síðani í vár hevur ólavsøkuuppskotið verið selt ótaldar ferðir sum ein vakstrarpakki við vinnustimbrandi átøkum. Men nú sigur løgmaður, at aðalorðaskifti um at menna og fjølbroyta vinnulívið ikki kemur fyrr enn í heyst. Við øðrum orðum hevur okkara fíggjarmálaráðharri arbeitt síðani í vár við einum vakstarpakka, uttan at vinnumennandi átøkini hava verið við!

 

Fiski- og alivinnan

“Málið er, at øll fiskivinnan fær altjóða góðkenning sum burðardygg” og “flotin er ov stórur, og tillagingin av veiðiorkuni gongur ov seint”. Hetta er gleðiligastu boðskapirnir í røðuni, tí hetta vísir, at løgmaður hevur skilt høvuðstrupulleikarnar í fiskivinnuni. Men hvat ætla løgmaður og hansara lið við okkara fiskivinnu? Vit vita, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki kemur við nøkrum kollveltandi uppskoti til broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Nú skal ein nevnd so setast at hyggja uppá brúksskyldu, umsetiligheit v.m. Hevði løgmaður og ABC onga greiða ætlan við okkara høvuðsvinnu, tá tey tóku við valdinum? ABC sat í fýra ár undan hesi stjórnini, og hevur sostatt havt meira enn ríkiligt at tíð til at finna útav, hvat tey vilja. Nevndin verður helst sett fyri at fjala útyvir, at her er enn eitt mál, sum skal parkerast fyri frið skyld.

 

Og hví skal alivinnan til at gjalda nýtslugjald, sum fiskivinnan sleppur undan? Hesum kundi løgmaður greitt okkum frá, men tað gjørdi hann ikki.

 

Varandi orkukeldur og CO2-útlát

Størsta vónbrotið í løgmansrøðuni er kortini ta sera avmarkaðu rúmd menningin av varandi orkukeldum fekk. Her eru fá boð uppá, hvussu Føroyar kunnu gerast óheftar av oljuni, og samstundis skapa nýggjar vinnumøguleikar.

 

Løgmaður er sjálvur høvuðssamskipari av fyrireikingunum til veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember, og vísir hann til okkara ábyrgd at minka um útlátið av CO2. Tað er hugaligt, at løgmaður vil vísa altjóða samfelagnum, at vit taka ábyrgd. Men við føgru orðunum fylgir lítið greitt innihald og boð uppá, hvussu málið kann og skal røkkast .

 

Kladda til fíggjarlóg 2010

Ólavsøkuuppskotið var ikki nakað nýbrot, men ein kladda til fíggjarlógina fyri 2010. Landsstýrið skal ikki lastast fyri, at vera í góðari tíð at fyrireika komandi fíggjarlóg. Men tað má vera mark fyri hvussu ofta ein kann selja krákugull og manglandi innihald, og sleppa at látast sum tað er nýggj og ekta vøra.