Melody Grand Prix í kvøld

Klokkan 19.00 verður danska Melody Grand Prixið á skránni.

 

Tað er DR, sum vísur danska Melody Grand Prix, og er tað stórur spenningurin í Danmark í hesari løtu, tí í kvøld skal avgerðast hvør sangur skal umboða Danmark í Evropeisku kappingini.

 

Ein kvinna, sum ikki sleppur at royna seg í kvøld, er Tine Lynggaard, sum annars upprunaliga varð úttikin. Og eingin ivi er um,at hetta var ein stórur dreymur fyri ungu kvinnuna. Men orsaka av, at sangurin hjá songkvinnuni hevur ligið á internetinum áður, so fekk Tine kortini ikki møguleika fyri at royna seg í Melody Grand Prix.

 

Tine Lynggaard hevur áður roynt seg í X-Factor, men heldur ikki hetta eydnaðist.

 

Hvør verður tann sangarin, sum sleppur at umboða Danmark í Evropeisku kappingini verður altso greitt í kvøld.

 

Tú kann lesa meira um danska Melody Grand Prixið á heimasíðuni hjá DR dr.dk