Danska melodi grand prixið er skotið í gongd. Og føroyska Sissal (Johanna Norðberg Niclasen) hevur júst verið á pallinum.
Tað var eitt ordans show, hon leveraði. Hon sang sera sannførandi, og tað var eingin ivi um, at hon treivst á pallinum. Tað hoyrdist eisini á áskoðarafjøldini, at hon bleiv væl móttikin.
- Hold kæft hvor er det fedt!! segði hon aftaná.
- Hetta følist heilt absurd. Hetta er ein barnadreymur. Hetta er so feitt!
Um eina løtu fáa vit at vita, hvussu nógvar atkvøður øll hava fingið, og til síðst hvør vinnur.