Melodi Grand Prix: Kappast ímóti vinnara

Ein av yrkjarunum til Melodi Grand Prix í ár er Søren Poppe, sum var við í bólkinum Rollo og King, sum vunnu Melodi Grand Prix í 2001. Hann hevur yrkt sangin "Hvorend du går"

Århus: Kend nøvn eru millum mótstøðumenninar og kvinnurnar hjá Petsi Tvørfoss, tá hon skal á pallin í Atletion í Århus í kvøld. Millum annað kunnu nevnast sangskrivarin og tónasmiðjurin, Søren Poppe og popp-duoin, Zididada.
Søren Poppe var við til at mynda Rollo og King, sum í 2001 vunnu Melodi Grand Prix við lagnum "Der står et billed´ af dig på mit bord". Til Eurovision endaði lagið á einum øðrum plássi í hølunum á vinnar-unum. Í ár er tað tó ikki Søren sjálvur, sum skal syngja seg inn í hjørtuni á dønum. Ditlev eitur maðurin, ið skal framføra sangin, "Hvorend du går", sum Poppe hevur yrkt. Hesin verður eisini mettur at vera ein av favorittunum til kappingina í kvøld.
Zididada. Kanska ikki ein so kendur bólkur í Føroyum, men bólkurin hevur verið til í seks ár. Jimmy Colding og Danny Linde manna popp-duoina, sum skal framføra eitt lag, sum teir sjálvir hava yrkt. Teir báðir hava havt fleiri hitt seinastu árini, men hetta er fyrsta ferðin teir royna seg í Melodi Grand Prix høpi. Lagið, ið teir skulu framføra eitur "Prinsesse".
Millum favorittarnar
Tó kunnu møguleikarnir hjá Petsi sigast vera bjartir. Ladbrokes.com, sum er ein veddingarfyritøka á netinum, gevur Grand Prix áhugaðum eisini møguleika fyri at vedda. Tey, ið geva minst aftur, eru Ditlev, sum gevur fýra ferðir peningin aftur. Aftaná koma Zididada og Petsi Tvørfoss við fimm. Og tí kann ikki sigast annað, at Petsi telist millum favorittarnar í kvøld.
Sangurin hjá Petsi, "Mest når det er regn" er annars yrktur av Niels Drevsholt. Hann er gamal í Grand Prix garðinum, og so í 2002 kappaðist sonur Niels ímóti Pætur við Keldu í Melodi Grand Prix. Áður hevur hann eisini havt onnur løg við, sum eru endað heilt uppi í toppinum.