Framyvir fara bæði hyggjarir og jury at atkvøða við evropeisku Melodi Grand Prix kappingina.
Eftir at hyggjararnir í 11 ár einsamallir hava havt alla maktina til at velja vinnarin av evropeiska Melodi Grand Prix?num, vil vinnarin næsta ár verða valdur av einari útvaldari jury saman við vanligum fólki, sum hava møguleika fyri at atkvøða via telefon teirra.
Avgerðin um broytingina kemur eftir, at nógv hava funnist at mátanum, sum atkvøðugreiðslan fór fram upp á. Hesin hátturin førdi við sær, at nógv lond góvu nábúgvalondunum nógvar atkvøður. Serliga bretsku fjølmiðlarnir hildu hetta vera órættvíst.
Serliga var Grand Prix-legendan fyri Ongland, Terry Logan, troyttur av, at fyrrverandi eysturblokklondini ferð eftir ferð góvu hvørjum øðrum toppkarakterir og hann hótti við at siga upp sum kommentator til Grand Prix?ið. Ongland hevur ikki vunnið Grand Prix?ið síðan 1997 og hevur havt trupulleikar við at klára seg í verandi skipan.
Við nýggju skipanini er ætlanin, at tær útvaldu jury?inar kunnu hoyra allar sangirnar fleiri ferðir og at tær hareftir kunnu geva eina meiri objektiva og væl umhugsaða metan av hvørjari einstakari framførslu. Nýggja jury?in fer at standa av nøkrum umboðum úr hvørjum einstøkum luttakandi landi.
Broytingarnar fara tó bert at hava ávirkan á sjálva finaluna; finalistarnir verða framvegis valdir av hyggjarunum.
Semifinalurnar til Melodi Grand Prix?ið vera í Moskva 12. og 14. mai 2009 og finalan verður 16. mai.