Mellberg varð fagnaður

Svenski landsliðsspælarin, Olof Mellberg spældi sína seinastu grannauppgerð fyri Aston Villa ímóti Birmingham ígjár. Og væl gekst í hond, Aston Villa vann 5-1, og Olof Mellberg legði upp til tað fyrsta málið, sum Young setti inn. Sami Young skeyt eitt mál aftrat. Norski spælarin, John Carew skeyt eisini tvey mál, og Agbonlahor skeyt fimta málið. Tá Mellberg var skiftir út eftir 85 minuttum spæl, var hann stórliga fagnaður av heimaáskoðarunum, sum sungu ein serligan sang til heiðurs fyri Mellberg. - Hetta føldist væl, vit sótu á øllum dystinum, frá byrjan til endan. Hetta er heilt ótrúligt. Ein slíkan sigur hevði eg unt fleiri fótbóltsspælarum at uppliva, segði Mellberg eftir dystin. Hann fer nú at spæla við italska Juventus.