Meldurhvirlur kravt níggju mannalív

Í minsta lagi 17 meldurhvirlur hava herjað amerikonsku statirnar Nebraska, Kansas, Missouri, Illinois, Indiana og Kentucky tað seinasta samdøgrið.

Serliga býurin Harrisburg í Illinois varð meint raktur. Myndugleikarnir í býnum siga, at seks fólk eru deyð, og at næstan 300 sethús og 25 vinnubygningar eru fullkomiliga oyðiløgd. Meiri enn 100 fólk hava fingið skaða.

Ein av meldurhvirlunum skræddi ein vegg av einum sjúkrahúsi í Illinois, men tað eydnaðist starvsfólkinum at fáa sjúklingarnar burtur frá vindeygunum og longri inn í bygningin, áðrenn tað hendi, og tí fekk eingin skaða.