Meldurhvirlan, sum herjaði amerikanska býin Joplin í gjár, kravdi í minsta lagi 89 mannalív. Tað er nógv meiri, enn tey fyrstu tíðindini søgdu, og samstundis siga myndugleikarnir í statinum Missouri, har Joplin er, at talið á deyðum kann veksa.
Tað hava verið óvanliga nógvar og ógvusligar meldurhvirlur í syðra parti av USA tær seinastu vikurnar, men eingin hevur kravt so mong mannalív sum tann í Joplin.
Síðst í apríl doyðu 36 fólk, tá ein meldurhvirla herjaði býin Tuscaloosa í statinum Alabama.