Meldurhvirla kravt minst 30 mannalív

Í býnum Joplin í amerikanska statinum Missouri hevur ein ógvuslig meldurhvirla kravt í minsta lagi 30 mannalív. Myndugleikarnir siga, at meldurhvirlan fór herjandi ígjøgnum tann lítla býin, sum er tætt við markið millum Missouri, Kansas og Oklahoma, og at hon gjørdi sera stóran skaða.

Tann seinasta mánaðin hava meldurhvirlur herjað fleiri av teimum syðru statunum í USA, og í Tuscaloosa í statinum Alabama doyðu 36 fólk, tá ein meldurhvirla herjaði býin síðst í apríl.

Amerikanska veðurstovan sigur, at 2011 kann enda sum tað ringasta meldurhvirluárið, sum fólk vita um at siga. Veðurstovan sigur, at í apríl vóru meiri enn 900 meldurhvirlur, og at tann eina dagin vóru 164 meldurhvirlur í statunum Mississippi og Virginia.