Melduródn í Japan

Í minsta lagi seks fólk fingu skaða, og meiri enn 4.000 fólk fingu boð um at fara úr húsunum, tá ein melduródn herjaði japonsku oynna Okinawa í gjár. Í dag siga myndugleikarnir á oynni, at 177.000 húski hava ongan streym.

Flogfeløgini Japan Airlines og All Nippon Airways avlýstu næstan allar fráferðirnar frá Naha-flogvøllinum á Okinawa.

Melduródnin gongur í ein landnyrðing, og vindferðin er upp í 45 metrar um sekundið. Hon hevur eisini sera nógv regn við sær, og tá ódnin kemur inn yvir land í Japan í kvøld, vænta veðurmenninir, at tað fer at regna umleið 300 millimetrar í eitt samdøgur.