Bilførari avdúkaði seg sjálvan

- Blóðroynd er tikin, og royndin fer at vísa, hvussu hetta málið tørnar út, sigur løgreglan.

Tiðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík.

 

Tað var ein bilførari, sum ringdi og segði, at hann hevði koyrt út av. Men, bilførarin fór ikki niður í smálutir við tí, sum var hent.

 

- Síðan mistu vit sambandið við viðkomandi, og tá roynt varð at ringja á telefonina aftur, svaraði bilførarin ikki.

 

Løgeglan hevði tó fingið varhugan av, hvar bilførarin var staddur.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at tey sendu ein løgreglubil á staðið, og tá kom ein bilur eftir vegnum, sum tey steðgaðu.

 

- Her var eingin ferðsla, og tað vísti seg, at hetta var bilførarin, sum tey høvdu havt samband við.

 

Førarin var einsamallur í bilinum, og her vístu kanningar hjá løgregluni, at viðkomandi var ávirkaður av rúsdrekka.

 

Ivi var um, hvørt talan møguliga eisini kundi vera um onnur rúsevni.

 

Vaktleiðarin segði, at bilurin vísti seg ongan skaða at hava fingið, men bilførarin verður nú skuldsettur fyri at hava koyrt rúsaður.

 

- Blóðroynd er tikin, og royndin fer at vísa, hvussu hetta málið tørnar út, verður lagt aftrat.