Ein maður situr í morgun í varðhaldi hjá løgregluni eftir, at hann í gjár varð meldaður fyri harðskap.
Tað var um níggju tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan frá eini kvinnu um, at hon hevði verið fyri harðskapi. Sambært kvinnuni, so hevði hon verið í einum bili saman við einum manni, ið hon kennir væl, tá viðkomandi skal hava lagt á hana.
Kvinnan varð koyrd til kanningar á Landssjúkrahúsinum, har tað varð staðfest, at hon ikki hevði fingið nakran skaða av hendingini.
Sambært vakthavandi, so var maðurin sterkt ávirkaður av rúsdrekka, tá hann varð tikin í gjárkvøldið, og situr nú í varðhaldi meðan málið verður kannað og støða verður tikið til, um nakað hald er í ákæruni.