Meldaður fyri at taka nátar á landi

Ein eldri maður á nátaveiðu í Saksunardali er endaður í rættinum

Tað var fyrst í septembur í 2016, at ein eldri maður úr Streymnesi fór koyrandi norður gjøgnum Saksunardal og varnaðist ein náta, sum gekk í bønum fram við vegin. Tað var nátatíð, og maðurin gjørdi tí ikki mætari enn at hann leyp úr bilinum, gav nátanum eitt slag og kipti hann.

 

Á veg aftur í bilin møtir hann jarðánaranum, og hesin er ikki blíður. Hann vil vera við, at maðurin fremur ólógliga fuglaveiðu, tí tá hann eigur jørðina, eigur hann eisini fuglin á bønum. Hann vísir eisini á, at eldri maðurin ikki hevur spurt seg um loyvi at ferðast á sínari ogn.

 

Eldri maðurin vil ikki avhenda nátan og endin av tí heila verður, at bóndin meldar mannin fyri brot á fuglaveiðilógina.

 

Í fyrstu atløgu valdi fútin ikki at reisa ákæru í málinum, men bóndin kærdi til ríkisákæran, sum segði, at lógin var greið, so málið skuldi roynast í rættinum. So í januar í ár bleiv ákæra reist móti manninum, og týsdagin var málið fyri í rættinum.

 

Maðurin noktar seg sekan í broti á fuglaveiðilógina, men viðgekk, at hann hevði verið í Saksunardali eftir nátum. Hann vardi seg tó við, at tað var gomul siðvenja, at fólk úr Saksun, Hvalvík og Streymnesi fóru inn í dalin at fáa sær eitt kók. Tað var ikki fyrr enn nú, at bóndin gjørdi vrøvl.

 

Fleiri vitni vóru hoyrd í málinum, staðkend fólk og sýslumenn, og ákæruvaldið hevði eisini spurt sýslumenn um landið, hvussu siðvenjan mundi vera á økinum.

 

Fleiri sýslumenn greiddu frá, at tað, teir vita um, er ikki vanligt at spyrja jørðánaran um loyvi at fara eftir náta, og Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoy og í Sandoy og fyrr eisini í Suðuroy, sigur, at meðan svartfuglurin var ogn hjá ánaranum, hevur tað altíð verið siðvenja, at øll kundu fara eftir náta, eisini í bjørgini, greiddi hann frá.

 

Bóndin segði seg vera varugan við, at hetta var vanligt at gera, men helt fyri, at tað var nógv økt seinastu árini. Nú komu fólk allastaðni frá í bili at taka nátar í Saksunardali. Onkur teirra spurdu um loyvi, og hann plagdi at geva tað, men vildi fegin blíva spurdur.

 

Málið snýr seg lutvíst um lunnindi og lutvíst um atkomurætt. Lunnindi eru serrættindi, ið fylgja við jørð ella ogn. Er nátin at rokna sum lunnindi? Altso er loyvt at taka náta á jørðini hjá øðrum? Í Danmark og Noregi verða nøtir og ber ikki roknaði sum lunnindi av uttangarðsjørð, men hvørja støðu hevur fuglurin í Føroyum? Svartfuglurin verður roknaður sum lunnindi, men verjin hjá manninum vil vera við, at tað er nátin ikki.

 

Lógin sigur rættiliga greitt, at eigarin av jørðini hevur rættin til grøði og lunnindi hennara, men siðvenjan hevur í øldir verið, at nátar kundi ein taka, segði eitt vitni úr Streymnesi.

 

So er tað spurningurin um atkomu. Hevði maðurin loyvi at vera á økinum, har hann tók nátan? Lógin sigur, at bóndin eigur at geva loyvi, um fólk skulu ferðast á jørðini innangarðs ella fara av bygdagøtuni uttangarðs.

 

Dómarin skal tí til at meta um, hvørt nýggjaru lógirnar (hóast fuglaveiðulógin er frá 1954) seta til viks føroyska siðvenju á hesum økinum.

 

Ákærin kravdi, at maðurin fekk 300 krónur í bót, sum samsvarar revsingini fyri stuldur, umframt at hann skal rinda bóndanum endurgjald fyri nátan. Verjin kravdi sjálvsagt frídøming í málinum.

 

Dómur fellur í næstu viku.