Melankolskt Mýrilendi

Dansur, yrkingar, cello og sjónleikur. Hetta verður alt blandað saman í Hoyggjhúsinum á G! festivalinum, og verður tað kallað Mýrilendi.

 

Við pláss fyri 20 áskoðarum var talan um eina intima og ikki minni forvitnisliga framførslu í hoyggjhúsinum, sum vardi í 10 minuttir.

 

Tað eru Katya D. Nielsen, dansari, og Durita D. Andreassen, sjónleikari, sum hava eksperimenterað við dansi og sjónleiki saman við celloleikarunum Kristinu á Váli og Onnu á Váli Smith. Maria M. Dahl hevur staðið fyri pallmyndini.

 

- Tað er forvitni og áhugin fyri at arbeiða tvørfakligt við listini, sum er drívmegin handan verkið, siga listafólkini.

 

Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað upplisnu yrkingarnar.