Melanie C ger innrás í Kanada

Fyri góðum ári síðani kom ?This Time út?, sum er fjórða útgávan hjá Melanie C í egnum navni. Nú kemur fløgan á kandiska marknaðin.

 

Fløgan er, eins og Beautiful Intentions frá 2005, givin út við egnum plátufelagi, Red Girl Records, sum varð sett á stovn fyri fýra árum síðani.

 

?This Time? er vorðin til í hepnum samstarvi við eitt nú kendu ensku sangskrivararnar Cathy Dennis, ið m.o. hevur arbeitt saman við Britney Spears, Kylie Minogue, Pink og Janet Jackson, og Guy Chambers, ið hevur skrivað fyri við m.o. Robbie Williams og Hilary Duff.

 

4.mai fer Melanie C á pall á Club Soda í Montreal. Hetta verður byrjanin á eini kanadiskari konsertferð, sum fer at fevna um meginpartin av mai mánaði, áðrenn leiðin gongur til Sveis, har fótbóltsáhugaðað Sporty Spice verður partur av hátíðarhaldinum av EURO 2008, sum hesu ferð fyri ein part verður hildið í Zurich.