Melanie C fríggjakvøld og Alphabeat leygarkvøld

Summar Festivalurin kunnger í dag skránna til festivalin, sum verður hildin í døgunum 7. til 9. august Skráin til ársins Summar Festival er prentað í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í dag. Harvið er greitt, hvussu teir umleið 30 bólkarnir fara at spæla á festivalinum.

 

Festivalurin byrjar hóskvøldið, og tá fara eitt nú Smokie, Húskallar og Linda Andrews at spæla.

 

Fríggjakvøldið verður stóra konsertin við Spice Girls stjørnuni Melanie C, og hetta kvøldið ber eisini til at uppliva eitt nú Hanus G. Johansen, Páll Finnur Páll, Dynamit, Faroe 5 og songrøddina Onnu Nygaard.

 

Leygardagurin er sum vanligt tann longsti festivaldagurin, og fyrsta konsertin verður longu kl. 15.00. Leygardagin verða millum annað Alphabeat, Basim, Kári P, The Dreams, The Carlsens, Hallur Joensen og Safir at hoyra.