Forsetafrúan, Melania Trump, er skuffað eftir hendingarnar við Kongressina mikudagin í síðstu viku, har mótmælisfólk trokaðu seg inn í kongressbygningin.
Tað sigur hon í eini fráboðan í dag.
– Eg eri skuffað og stúrin um tað, sum hendi í síðstu viku, sigur hon.
– Eg haldi tað vera nasvíst, at tað um hesar syndarligu hending hevur verið so nógv ljótt slatur, ógrundað persónlig álop og falskar, misvísandi ákærur ímót mær – frá persónum, sum royna at vera týdningarmikil og hava eina dagsskrá.
Hon greinar ikki víðari, hvørjar falskar ákærur hon meinar við.
Melania Trump leggur dent á, at hon fordømir harðskapin við Kongressina.
– Harðskapur kann ongantíð góðtakast, sigur hon.
Hon leggur afturat, at tað er hugvekjandi, at so mong hava so stórar kenslur og eldhuga fyri forsetavalinum. Men tær kenslurnar mugu ongantíð gerast til harðskap, heldur hon
Mótmælisfólkini trokaðu sær atgongd til kongressbygningin, tá limirnir í Kongressini alment skuldu vátta demokratin Joe Biden sum nýggjan forseta.
Tilgongdin var útsett av ófriðinum, men varð kortini samtykt. Biden tekur yvir forsetaembætið eftir mannin hjá Melaniu, Donald Trump, 20. januar.
/ritzau/