Melania biðir mann sín viðurkenna tap

CNN sigur, at kona Donald Trump nú heitir á mannin um at viðurkenna, at forsetavalið er tapt.

 

Fyrstakvinnan í USA, sum skjótt ikki verður fyrstakvinna meira, Melania Trump, biðir sambært CNN nú mann sín, Donald Trump, viðurkenna, at forsetavalið er tapt.

Leygardagin varð Joe Biden kosin vinnari í statunum, Pennsylvania og Nevada, og soleiðis er hann eisini sambært stóru miðlunum í USA, sum fylgja valinum, kosin vinnari við í minsta lagi 279 valmonnum.

Í fýra serstatum er enn ikki kosin nakar greiður vinnari, men hetta broytir kortini ikki úrslitið av forsetavalinum.

Donald Trump stríðist framvegis um úrslitini í nøkrum av statunum, har partarnir hava staðið rætiliga javnir, og hesi úrslit eru enn ikki vorðin almenn.

Útlendskir miðlar skriva, at Donald Trump og hansara fólk higartll ikki hava lagt nøkur prógv á borðið, sum stuðla undir teirra ákærur um valsvik.