Enrique Peña Nieto tók í nátt við forsetaembætinum í Meksiko eftir Felipe Calderon. Undir hátíðarhaldinum handaði fráfarandi forsetin eftirmanninum tað meksikanska flaggið, síðani varð tjóðsangurin sungin, og ráðharrarnir heilsaðu tí nýggja forsetanum.
Peña Nieto (myndin) er 46 ára gamal og vann forsetavalið, sum var í summar.
Eitt sindur av spenningi er, um tann nýggi forsetin fer at halda somu kós í stríðnum við tey sterku og eirindaleysu rúsevnaharkaliðini, sum Calderon hevur gjørt. Fyri seks árum síðani gjørdi hann av at seta herin inn í stríðið, sum hevur verið sera blóðugt.
Hildið verður, at rúsevnastríðið í Meksiko hevur kravt umleið 60.000 mannalív tey seinastu seks árini, skrivar AFP.