Løgreglan í Meksiko sigur, at ein kartelleiðari, sum teir handtóku fríggjadagin, hevur játtað, at hann hevur givið boð um drápið á ikki minni enn 1.500 fólkum í Chihuahua landslutinum í norðara partinum av Meksiko. Tað skrivar bretska kringvarpið BBC á heimasíðuni.
Løgreglan sigur, at handtikni maðurin, tann 33 ára gamli Jose Antonio Acosta Hernandez, - ið er betur kendur har um leiðir sum El Diego - er ein av leiðandi persónunum í Juarez kartellinum.
Sambært BBC er Juarez er tann býurin í Meksiko við mest harðskapi, og vórðu fleiri enn 3.000 morð skrásett har í 2010.