Á syðra havnaøkinum í Runavík er stórt virksemi. Har eru tveir maskinverkstaðir, Mekanik og FJM, har er AWI Boats, sum byggir bátar, bæði til heimamarknaðin og útlendska marknaðin, og har er VVS-virkið hjá Zachariasi Leitisstein. Harumframt er Højgaards Timburhandil og Eysturoyar Heilsøla. Somuleiðis er sandsøla á økinum.
Meðan Mekanik serliga tekur sær av maskinumvælingum, íseting av maskinum og øðrum viðlíkahaldi og nýgerð umborð á skipum, hevur FJM serliga lagt seg eftir at arbeiða við rustfríum stáli.
Mekanik og FJM eru so gott sum grannar; har er bert eitt stórt hanagleiv ímillum bygningarnar.
Men tað verður ikki leingi aftrat, at FJM verður verandi við Fjørðuvegin, tífelagið hevur keypt ein nýggjan og stóran bygning á ídnaðarøkinum á Rytuvíkshálsi.
Hetta er ein bygningur, sum Símun Mittún hevur latið byggja og nú hevur seltFJM. Yvirtøkudagurin er 1. mars.
So, nú fer FJM í smáum at flyta sítt virksemi yvir í bygningin, sum er nógv størri enn tann verandi.
Gamli bygningurin í Runavík er 510 fermetrar, meðan tann nýggi er 900 fermetrar og hevur møguleikar til skrivstovur í ovari hæddini, tí bygningurin er hægri enn tann gamli. Nakað av lofti er gjørt í nýgga bygninginum, men hann verður ikki yvirtikin við skrivstovum á loftinum. Tó kann hann takast í nýtslu beinanvegin, tí skrivstovur eru eisini í niðaru hæddini.
Frithleif Olsen, sum eigur og rekur FJM, sigur, at ivasamt er, nær alt virksemið, sum nú er í bygninginum við Fjørðuvegin, verður flutt í nýggju hølini, tí fyritøkan hevur so ómetaliga nógv at gera í løtuni.
- Men hetta verður gjørt so við og við, sigur hann.
FJM er nú liðugt við arbeiði, teir hava gjørt umborð á Ennibergi. Megin-parturin av verksmiðjudekkinum er gjørt av nýggjum, og nýggj tól og maskinur eru sett upp.
Tað næsta stóra arbeiði hjá FJM er umborð á rækjuskipinum, Ocean Castle, har teir eisini skulu broyta verksmiðjuna umborð, so hon verður meira rationell.
- Vit vænta, at meginparturin av hesum arbeiði fer fram, meðan skipið liggurí Saltangará, sigur Frithleif Olsen.
Men FJM hevur eisini onnur jørn í eldinum. Teir skulu t.d. niður til Spaniu at seta upp arbeiðsdekkini umborð á nýggju trolarunum, sum P/F Beta byggir har niðri. Hetta arbeiði verður gjørt til í Føroyum; síðan fara fólk frá niður til Spaniu at seta upp.
Á FJM eru 35 væl kvalifiserað fólk til arbeiðis hvønn dag, og tey hava ríkiligt at takast við.
Fyritøkan umhugsar at selja verandi bygning við Fjørðuvegin, tá ið virksemið í Runavík er flutt yvir í nýggja bygningin á Rytuvíkshálsi. FJM arbeiðir mest við rustfríum stáli og hevur Føroya størstu goymslu av hesum. Málið er at veita eina góða og skjóta tænastu í tøttum samstarvi við viðskiftafólk hjá fyritøkuni.
Hetta er ein privat fyritøka, og maðurin aftanfyri er Frithleif Olsen.
FJM er stovnað í 1986 og hevur verið í støðugum vøkstri. Við hollum royndum innan menning og framleiðslu av matvøruframleiðslutólum, er fyritøkan før fyri at veita heildarloysnir, líka frá tekniborði til liðug framleiðslutól.