Meitilberg skoraði fyri EB/Streym

Herfyri tryggjaði EB/Streymur sær undirskriftina hjá Jørgen Meitilberg, og skal hann ætlandi styrkja um offensiva partin hjá felagsliðnum.

Hann byrjaði inni í landskappingardystinum móti ÍF, men eydnaðist tað ikki at gera mál í dystinum, sum seinni varð avblástur.
Í venjingardysti móti B71 í farnu viku var hann eisini við frá byrjan, men EB/Streymur tapti 2-4 og Jørgen átti hvørki av málunum.
Í steypadysti á ólavsøku var Jørgen Meitilberg við frá fyrsta brískli, men Brian Olsen skeyt einsamalla málið hjá EB/Streymi. Men mánakvøldið leiktu Skála og EB/Streymur venjingardyst á Skála, og tá skeyt Jørgen Meitilberg sítt fyrsta mál fyri EB/Streym, tá hann skoraði fyrsta málið í dystinum.
Dysturin endaði 3-1 til EB/Streym.