Meistarnir ætla sær at vera kyniskir

B36 venjarin vil hava sínar menn at vera fokuseraðar, hóast teir fegnast um FM heitið

Hóast B36 sunnudagin tapti í Klaksvík, so var Eyðun Klakstein, venjarin, ikki heilt misnøgdur við avrikið. Hann vil tó hava sínar menn at vísa betri hugburð, tá ið AB seinnapartin fer at vitja í Gundadali:

-Meistararnir skulu ikki tapa tríggjar teir síðstu dystirnar í hesum kappingarárinum. Avrikið í Klaksvík var ikki so galið, men tað sást, at FM heitið var tryggjað sunnudagin frammanundan. Higartil í ár hava vit verið kyniskir, bæði í verju og álopi, og tað skulu vit vera aftur ímóti AB. Eg vóni, at úrslitið í Klaksvík ber við sær, at vit í dag fara at síggja toppmotiveraðar B36 spælarar ímóti AB, sigur Eyðun Klakstein.

B36 hevur ikki tapt í Gundadali higartil í ár. Úrtøkan burtur úr trettan heimadystum er níggju sigrar og fýra javnleikir við málmuninum 26-8!

Hørður Askham er framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um vongverjin í høgru, Høgni Eysturoy, verður førur fyri at spæla. Hann er plágaður av skaða í lærkrikanum.              

 

Tað er framvegis møguleiki fyri, at AB fer at flyta niður, hóast tað sær betri út, enn tað nakrantíð hevur gjørt fyrr í ár. Men AB venjarin Sámal Erik Hentze vil ikki hoyra talan um, at plássið er tryggjað, hóast tað á heimavølli endaði 2-2 ímóti ÍF:

-Eg var vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku burturúr nógvu møguleikunum og at leggja lok á. AB liðið er so mikið gott, at tað hoyrir heima í bestu deildini. Vit eru fýra stig frammanfyri FC Suðuroy, og tað er alneyðugt hjá okkum at savna okkum um avbjóðingina, sum í dag bíðar í Gundadali , sigur Sámal Erik Hentze.

AB hevur vunnið tveir av trettan dystum á útivølli – ímóti KÍ og EB/Streymi – og tapt fimm ferðir. Seks ferðir er tað endað javnt, og samlaða málmunurin er 20-22.

Dion Splidt og Rógvi Poulsen eru burturstaddir, og Bárður Olsen er knæskaddur.