Meistarligt undirhald

? Ósemjan í samgonguni er ein meistarligur sjónleikur, har roynt verður at venda eyguni frá veruligu trupulleikunum og at tiga andstøðuna í hel, heldur Jóannes Eidesgaard

Sjónleikur

? Hetta er tann beri sjónleikur. Men handritið er meistarligt.
Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at ósemjurnar, sum dag og dagliga koma til sjóndar fyri almenninginum, hava nakað sum helst upp á seg.
Seinastu tíðina, hava limir í samgonguni fleiri ferðir verið í hornatøkum um ymisk mál. Eitt mál var sjómansskatturin, so var tað norðoyatunnilin, so var tað serliga samferðslugjalldið og nú er tað arbeiðsmarknaðaruppskotini hjá Bjarna Djurholm.
?Hetta eru ikki veruligar ósemjur sigur hann. Hetta er tað bera undirhald. Men hetta er undirhald á seta høgum støði, leggur hann afturat.
Formaðurin í javnaðarflokkinum heldur, at uttan iva eru handritini til hendan glæntrileikin skrivað á onkrari ráðharrastovu í Tinganesi.

Endamálið er rokkið
Hann sigur, at við hesum sjónleiki hevur tað eydnast samgonguni at fingið alt kjakið í samfelagnum at snúgva seg um tær sokallaðau ósemjurnar í samgonguni.
Og vit mugu eisini ásanna, at hesin sjónleikurin er meistarliga væl leikstjórnaður, tí endamálið kundi ikki verðið betri rokkið.
?Hann heldur, at hetta tænir tveimum endamálum:
? Í fyrstu syftu er hetta ein roynd at venda eyguni hjá fólki frá veruligu trupulleikunum. Í øðrum lagi er hetta ein roynd at tiga andstøðuna í hel - og somuleiðis teir báðar smaáu samgonguflokkarnir, tí alt hetta eru ósemjur ímillum fólkaflokkin og tjóðveldisflokkin og teir báðir smáu flokkarnir sleppa heldur ikki upp í part.
Jóannes Eidesghaard sigur, at úrslitið er, at ein sokallað ósemja ímillum tjóðveldisflokkin og fólkaflokkin stjelur allar yvirskriftirnar í fjølmðlunum.
? At sjálvur løgmaður ikki letst um vón er besta prógvið um, at ósemjan ikki eru verilig, men bara ein politiskur glæntrileikur. Løgmaður veit, at talan er ikki um veruligar ósemjur um ymisk politisk mál og tí heldur hann eg kúrrran.
? Hevði talan verið um stjórnarkreppur, hevði løgmaður neyvan verið tann tigandi eygleiðarin, hann hevur verið, tí so hevði hann talað at.

Fjalir útyvir stórar trupulleikar
Jóannes Eidesgaard sigur at tað hevur gingið avbera væl í Føroyum í nøkur ár, men nú er alt, sum bendir á, at tað aftur fer at ganga ímóti og samgongan stendur fyri ómetaliga truplum tíðum.
? Fiskaprísirnir eru lækkaðir, alivinnan er í svárari kreppu og búskaparligi vøksturin er lækkaður. Tí er tað greitt, at samgongan stendur fyri ómetaliga truplum tíðum, ikki minst nú fíggjarlógin fyri komandi ár skal leggjast og tað er í veruleikanum ikki fyrrenn nú, at samgongan skal standa sína sveinaroynd.
? Men alt hetta verður ikki tikið upp á tungu. Ístaðin verður sjónleikir framførdir um sokallaðar ósemjur fyri at venda eyguni frá veruligu trupulleikunum.
? Men eg má viðganga, at tað er genialt, so væl hesin sjónleikurin er lagur til rættis, heldur formaðurin í javnaðarflokkinum.

Hava havt mótspæl
Nú er andstøðan oftani skuldsett fyri at vera óvirkin og fyri ikki at hava nakað politiskt mótspæl til samgonguna. Er hetta, tú sigur, ikki bara gor og gall frá einum floksformanni, sum er í døpurhuga tí at hann ikki sleppur upp í part?
?Slíkar atfinningar havi eg sæð og hoyrt og tær mugu vit taka til okkum. Og í ein vissan mun má eg eisini taka undir við teimum. Men bara í ein vissan mun, tí ongin kann siga, at javnaðarflokkurin ikki hevur givið samgonguni politiskt mótspæl í teimum málunum, sum hava verið frammi. Vit hava verið virkin í sjálvstýrismálinum, vit hava víst á grundleggjandi viðurskifti í høvuðsvinnuni, eitt nú hava vit roynt at viðgera trupulleikan við at leggja fiskiloyvi saman, eins og vit hava víst á onnur, grundleggjandi viðurskifti í høvðusvinnuni og vit hava roynt at fáa gongd á eina viðgerð um at einskilja almennar fyritøkur. Sostatt hava vit víst á eina røð av viðurskiftum, men tað hevur alt verið til fánýtis, tí samgongan vendir eyguni frá teimum.
? Men nú er tað eisini uppgávan hjá samgonguni at royna at gera andstøðuna til einkis, leggur Jóannes Eidesgaard afturat.