Meistarin vinnur ikki altíð á ólavsøku

Kappróður: Í fjør vóru fleiri enn helmingurin av vinnarunum á ólavsøku aðrir enn meistararnir

Stóra málið hjá øllum, sum rógva kapp, er at vinna FM. Hetta málið hava fimm manningar longu rokkið. Tær fara á ólavsøku sum FM vinnarar í 2022. Manningarnar, sum á vestanstevnu tryggjaðu sær FM heitið, eru Dúgvan í barnaróðrinum hjá dreingjum, Sílið í kappingini millum 14 – 15 ára gamlar dreingir, Fípan Fagra í kappingini millum gentur 17 – 18 ár, Tjaldrið í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum og Knørrur í kappingini millum 8-mannafør. Allar hesar manningarnar hava fulla úrtøk uttan Tjaldrið, sum hevur mist eitt stig.

 

Talan plagar ofta at vera um ein ella fleiri finaluróðrar um FM heitið á ólavsøku, men soleiðis verður tað ikki í ár. Í teimum róðrunum, har kappingin um FM ikki er avgjørd, er talan um so stórar favorittar at vinna FM, at tað er óhugsandi, at favorittarnir ikki fara at vinna FM.

 

Tað er eingin ivi um, at Sílið fer at vinna FM í kappingini millum gentur í barnaróðrinum, at Kjósin fer at vinna FM í kappingini millum gentur 14 – 16 ár, at Jallurin fer at vinna FM í kappingini millum dreingir 17 – 18 ár, og at Jarnbardur við kvinnum, Páll Fangi við monnum, Knørrur og Klaksvíkingur fara at vinna FM. Merkisvert er tað, at Jarnbardur við kvinnum hevur vunnið fulla úrtøku, men ikki ástøðiliga fer at tryggja sær FM heitið fyrr enn á ólavsøku.

 

At vinna FM og at vinna á ólavsøku er tað optimala. Hjá teimum, sum ikki hava møguleika at vinna á FM, er málið at vinna. Hagtølini vísa, at tað á hvørjum ári eru fleiri FM vinnarar, sum ikki vinna á ólavsøku.

 

Í fjør vunnu fimm bátar á ólavsøku, sum ikki vunnu FM, og tað vóru fýra bátar, sum bæði vunnu FM og ólavsøkuróðurin.

 

Á vestanstevnu í Sørvági næstsíðsta leygardag vóru ábendingar um, at onkrir bátar, sum ikki fyrr í summar hava verið so frammarlaga, nú eru væl fyri, og venjing í knappar tvær vikur aftrat kann bera við sær, at tað av álvara fer at bera til at bjóða FM vinnarum og FM favorittum av.

 

 

 

Ólavsøkan og FM í 2021ÓlavsøkuvinnariFM vinnari
Barnaróður genturSævarmoyDrekin
Barnaróður dreingirTjaldriðSævarmoy
5-mannafør genturFípan FagraDrekin
5-mannafør dreingirFípan FagraFípan Fagra
5-mannafør kvinnurFirvaldurFirvaldur
6-mannafør kvinnurJarnbardurJarnbardur
6-mannafør mennPáll FangiSundabáturin
8-mannaførKnørrurArgjabáturin
10-mannaførKlaksvíkingurKlaksvíkingur

 

-

 

Støðan í FM kappingini  
 Barnaróður gentur  
1Sílið35  
2Kollur28  
3Ørnin27  
     
 Barnaróður dreingir  
1Dúgvan35  
2Sævarmoy26  
3Knúkur24  
     
 5-mannafør gentur 14 - 16 ár  
1Kjósin38  
2Malunarhav31  
3Títlingur27  
     
 5-mannafør dreingir 14 - 16 ár 
1Sílið40  
2Báran31  
3Heykur29  
     
 5-mannafør gentur 17 - 18 ár 
1Fípan Fagra42  
2Teistin31  
3Firvaldur31  
     
 5-mannafør dreingir 17 - 18 ár 
1Jallurin42  
2Blikur35  
3Tambar31  
     
 5-mannafør kvinnur  
1Tjaldrið41  
2Blikur31  
3Leikalind29  
     
 6-mannafør kvinnur  
1Jarnbardur42  
2Froðbingur36  
3Sundabáturin30  
     
 6-mannafør menn  
1Páll Fangi42  
2Hósvíkingur35  
3Skúgvur31  
     
 8-mannafør  
1Knørrur42  
2Argjabáturin36  
3Miðvingur28  
     
 10-mannafør  
1Klaksvíkingur41  
2Norðingur37  
3Havnarbáturin29