Myndugleikarnir í Suðurkorea hava ákært skiparan og 14 aðrar av manningini á ferjuni Sewol fyri ymisk lógarbrot í sambandi við vanlukkuna tann 10. apríl, sum kostaði meiri enn 300 mannalív. Tey flestu, sum doyðu, vóru skúlanæmingar, sum skuldu á útferð.
Tá málið bleiv tikið uppaftur í rættinum í Seoul í dag, viðgekk maskinmeistarin umvegis verja sín, at hann hevði havt stundir til at hjálpa ferðafólkinum, áðrenn hann var farin av skipinum. Men tað gjørdi hann ikki.
Sambært tíðindastovnum bað verjin um linari revsing til maskinmeistaran, tí heilsan er ikki so góð. Verjin greiddi eisini frá, at meistarin hevur roynt at taka lívið av sær.
Tríggir aðrir av manningini eru eisini ákærdir fyri at vera farnir av skipinum ístaðin fyri at hjálpa ferðafólki í neyð Teir siga, at teir vildu fegnir havt hjálpt, men at fjáltur kom á teir, so teir kvikaðu sær av skipinum.
Fimm leiðandi stravsfólk hjá reiðarínum Chonghaejin Marine Co eru ákærd fyri eitt nú manndráp í sambandi við vanlukkuna tann 10. apríl. Tað málið byrjar í rættinum fríggjadagin.