Meistaraverk um Meistaran

Í farnu viku fekk írski rithøvundurin Colm Tóibín heimsins størstu bókmentavirðisløn fyri skaldsøguna The Master um mæta amerikanska høvundan Henry James


Tað krevur sín høvund at kasta seg út at skriva bøkur um heimsins mætastu høvundar. At royndin hartil vann Tóibín IMPAC bókmentavirðislønina á 100.000 euro sigur ikki so lítið. Ummælarar eru eisini á einum máli um, at bókin um James ella meistaran, sum hann ofta varð kallaður, er eitt meistaraverk í sær sjálvum.
Bókin byrjar í 1895 við vónleyst miseydnaðu royndini hjá James sum sjónleikahøvundur, og endar beint áðrenn hann rakk hægstu tindar sum rithøvundur í 1899. At Tóibín hevur valt júst hetta tíðarskeiðið kemst av tí innara drama, sum eftir hansara tykki eyðkendi lyndið hjá James. Henry James var í allar mátar ein sera privatur persónur. Hann vildi fyri alt í verðini ikki viðganga, hvussu vónbrotin hann var av síni fyrstu roynd sum høvudur, ella at hann var samkyndur, sum tey flestu gittu. Tað er heldur ikki avdúkingin sum er umráðandi fyri Tóibín. Heldur brúkar hann óvissuna at løða søguna við týdingum og undirtýdningum, og letur restina vera upp til lesaran.
The Master er ikki ein vanlig skaldslig ævisøga, men ein skaldsøga, sum skapar sítt huglag við at lýsa tankar, samrøður og inntrykk, sum á ongan hátt kunnu skjalprógvast. Soleiðis verður bókin eisini ein hugtakandi mynd av, hvussu lív verður sáldað, kókað niður, broytt og umskapað til list.