Meistaraverjan er vorðin tættari

Fyri aðru ferð í fýra dagar fór KÍ seinnapartin av vøllinum, uttan at mál var farið ígjøgnum

Mánakvøldið tapti KÍ 5-3 á útivølli ímóti Víkingi. Síðani hava meistararnir spælt tveir heimadystir í Klaksvík, og í báðum førum er KÍ farið av vøllinum, uttan at mál er farið ígjøgnum hjá Kristiani Joensen.

Mikukvøldið endaði tað við 3-0 sigri ímóti ÍF, og í dag fór NSÍ úr Klaksvík við 2-0 tapi.

Tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, legði Boris Dosljak heimaliðið framum, og tíggju minuttir eftir steðgin økti Páll A. Klettskarð um munin til 2-0.

NSÍ miðvallarin Alfred Sankoh sá tveir minuttir eftir steðgin beinleiðis reytt kort. Hetta órógvaði kortini ikki venjingardystin, tí ein annar varð settur á vøllin í staðin fyri hann, so tað allar 90 minuttirnar vóru 11 ímóti 11.