Meistaravenjarin leingir við Leicester

Claudio Ranieri fer eisini at standa á odda fyri Leicester komandi nógvu árini

Italski venjarin hjá Leicester, Claudio Ranieri, hevur longt sáttmálan við meistarafelagnum í Premier League. Nýggi sáttmálin er galdandi til summarið 2020.

 

Tað vóru valla nógv, ið væntaðu tað heilt stóra av Leicester, tá ið 64 ára gamli italiumaðurin, Claudio Ranieri, varð kunngjørdur sum nýggi venjarin hjá felagnum. Í undanfarna kappingarári eydnaðist tað akkurát Leicester at yvirliva í Premier League, og óivað var málið enn einaferð at yvirliva í deildini í farna kappingarári.

 

Men Leicester og Ranieri tóku øll á bóli, tá ið teir framdu helst tað størsta bragdið í nýggjari evropeiskari fótbóltssøgu. Leicester vann nevniliga Premier League, og lat tað vera vist, at tað hevði ongin trúð, tá ið kappingarárið 2015/2016 í Premier League byrjaði.

 

Claudio Ranieri er annars ein royndur venjari. Gjøgnum yrkisleið hansara hevur hann stjórnað feløgum sum Napoli, Fiorentina, Valencia, Atlético Madrid, Chelsea, Juventus, Roma, Inter og Monaco.

 

Harafturat er tað nokk nógvir føroyingar, sum eisini minnast Claudio Ranieri sum landsliðsvenjara. Ranieri hevur nevniliga einaferð verið venjari hjá einum landsliði, tá ið hann yvirtók ábyrgdina av grikska landsliðnum eftir HM 2014.

 

Hetta starvið misti hann tó, tá ið Føroyar framdu sítt størsta bragd síðani sigurin ímóti Eysturríki 12. september 1990. Føroyar vunnu 1-0 í Pireus í november 2014 við máli frá Jóan Símuni Edmunssyni, og eftir hetta skelkandi úrslitið varð Ranieri koyrdur. 

 

Spurningurin er so, um Leicester nakrantíð hevði vunnið Premier League, um Jóan Símun Edmundsson, Lars Olsen og allir hinir á føroyska landsliðnum ikki høvdu bast Ranieri og Grikkalandi í 2014.