Meistaravenjararnir heiðraðir

Bæði hjá kvinnum og monnum vórðu meistaravenjararnir kosnir sum teir bestu

Bæði í kvinnu- og manshondbólti gjørdist talan um greipuvinnarar. Tí var ikki óvæntað, at tað vórðu venjararnir hjá Neistakvinnum og VÍF-monnum, sum vórðu kosin sum bestu venjararnir í kvøld.

 

Í kapping við Andreas Hansen/Sophus Dal-Christiansen og Paula Paula Poulsen vórðu Flemming Raben og Palli Joensen kosnir sum ársins venjarar hjá kvinnum.

 

Hjá monnum fekk Ingi Olsen úr VÍF heiðurin í kapping við Áka Mørk úr Neistanum og Petur Mittún/Halgir Dahl-Olesen úr H71.