Meistarauppgerð við Løkin

Meistaraliðini síðstu tvey árini, NSÍ og EB/Streymur, bresta saman við Løkin í kvøld klokkan 18.30. Hvørki liðið tolir at tapa, so tí kann væntast eitt ordans brak. Tveir dystir verða spældir í Vodafonedeildini í dag, og tann fyrri verður í Runavík klokkan 18.30, har meistararnir tey bæði síðstu árini hittast.

Ein dystur millum NSÍ og EB/Streym skuldi undir vanligum umstøðum verið eitt brak, og fyrri dysturin teirra millum endaði eisini við sjey málum. Ta ferðina vann NSÍ 4-3 á EB/Streymi við Margáir.

Í Gundadali vitjar 07 Vestur hjá B36, sum eftir eina flúgvandi byrjan í fyrstu umførunum varð skotið niður av júst 07 Vestur, tá liðini møttust fyri níggju umførum síðani.

Síðani hetta hevur hvørgin teirra vunnið, og tí eru liðini serstakliga svong eftir sigrum nú. Dysturin í Gundadali byrjar í dag klokkan 17.15.

Rás 2 fer at fylgja við dystinum í Runavík, har Tróndur Arge og Hilmar Jan eru frásøgumenn og Eyðun Klakstein viðmerkjari. Frásøgnin byrjar klokkan 18.