Tað var so undirhaldandi sum sjáldan, tá ið HB í góða veðrinum seinnapartin vann 4-2 ímóti B36.
Hugflogsríkt fótbóltsspæl var í hásæti, og ferðir var stór og intensiteturin stórur.
HB hevði mest sum alla tíðina leikliga yvirvág, men tað gekk illa at vinna úrtøku úr nógvum spentum støðum og góðum møguleikum. Og tá ið tað eydnaðist, so svaraði B36 aftur mest sum burtur úr ongum.
Stóri trupulleikin hjá B36 var, at verjuspælið ikki var so sannførandi, sum tað ofta hevur verið.
Mathias Nygaard átti uppleggið, tá ið Pætur J. Petersen eftir 10 minuttir legði HB framum.
Átta minuttir seinni var aftur javnt. Sebastian Pingel fór um koll í HB brotsteiginum, og Alex Mellemgaard umsetti brotssparkið til mál.
Fyrstu løtuna eftir steðgin var HB aftur sera ágangandi, men tað var B36, sum legði seg á odda, tá ið Michal Przybylski streyk avstað í høgru og setti bóltin framvið HB málverjanum.
HB vísti góðan hugburð og svaraði ruddiliga aftur. Ein tími var farin, tá ið Pætur J. Petersen aftur var upp á spæl og javnaði við fluktara, eftir at Heðin Hansen hevði spælt hann leysan, og fýra minuttir seinni skoraði René S. Joensen til 3-2. Dan í Soylu átti uppleggið, og ikki minst í hesum førinum var B36 verjuspælið sera lítið sannførandi.
Hjá B36 kom tað illa við, tá ið Alex Mellemgaard í 68. Minutti sá beinleiðis reytt kort, og B36 tí var undirmannað síðsta lítla hálva tíman.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti sera væl upplagdi René S. Joensen 4-2 HB sigurin eftir horna úr vinstru











