Meistaraskapsvónin hjá Jóan Símuni og liðfeløgunum á norðurmakedonska liðnum, Shkupi er fokin.
Shkupi fekk bert javnleik 0-0 á heimavølli móti Brera Strumica. Samstundis vann Struga 2-0 á Shkendija á útivølli.
Undan seinasta leikumfarinum hevur Struga 64 stig, Shkendija hevur 61 stig og Skhupi hevur 59 stig.
Jóan Símun kom á vøllin fyri Skhupi tá 65 minuttir vóru farnir av dystinum.
Í seinasta leikumfarinum komandi sunnudag tekur Struga móti Shkupi á heimavølli. Shkupi kann við einum sigri á besta føri røkka einum øðrum plássi.