HB skal seinnapartin royna at fáa meistaraskútuna aftur á beint, eftir at venjarin, Krzystof Popczynski, mikukvøldið fekk sekkin. Skútan er ikki verri farin enn so, at tað ber væl til hjá meistarunum at vinna bæði FM og steypakappingina.
Í dag er VB/Sumba mótstøðuliðið á Vágseiði. VB/Sumba og HB hava nógv við hvørt annað at gera í hesum døgum. Hálvfinalan í steypakappingini hongur í hálvum gekki teirra millum. HB vann 3-1 í Gundadali 13. juni, og 11. juli verður seinna hálvfinalan í Vági.
Hjá VB/Sumba hevur úrtøkan ikki verið so galin tær seinastu ferðirnar. Fyri viku síðani taptu teir tó 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Ì trimum umførum frammanundan tí tapinum megnaði botnliðið at vinna úrtøku ? 1-1 á Skála, 1-0 á KÍ og 2-2 á Argjum.
Martin Tausen er leikbannaður hjá heimaliðnum, meðan allir HB spælararnir eru tøkir. Eisini Andrew av Fløtum, sum í dag er vorðin HB spælari, eftir at hann í fleiri ár hevur verið í Fremad Amager.