2021 kappingarárið í fótbólti er farið í søgubøkurnar, og nú verður 2022 kappingarárið fyrireikað.
Fleiri spælaraflytingar hava verið, og næstu dagarnar fer at verða at frætta um aðrar flytingar.
Trý feløg arbeiða framvegis við at fáa venjaraspurningin upp á pláss. Tey eru HB, NSÍ og Skála.
KÍ vann FM heitið í 2021.
Í Fótbóltsárbókini, sum kom út eina viku undan jólum, sæst, at miðalaldurin á spælarunum á meistaraliðnum í Klaksvík var tann hægsti av øllum. Hann var 27,67 ár. Lægsti miðalaldurin var í B68, sum var nýtt lið í bestu deildini. Miðalaldurin í B68 var 23,33 ár ella meiri enn fýra ár lægri, enn hann var á meistaraliðnum.
Næsthægsta miðalaldurin átti NSÍ. Á liðnum hjá teimum í Runavík var miðalaldurin 25,33 ár.
Næstlægsta miðalaldurin átti HB. Á HB liðnum var miðaldurin 23,78 ár.
Miðalaldurin er roknaður út frá teimum 18, ið vóru oftast á dómaraseðlinum og við faroesoccer.com sum keldu.
Miðalaldurin í Betri Deildini í 2021
|
KÍ |
27,67 |
|
NSÍ |
25,33 |
|
ÍF |
24,83 |
|
07 Vestur |
24,78 |
|
B36 |
24,61 |
|
EB/Streymur |
24,56 |
|
Víkingur |
24,50 |
|
TB |
24,00 |
|
HB |
23,78 |
|
B68 |
23,33 |
Kelda: Føroyskur fótbóltur Árbók 2021 og faroesoccer.com










