Tað er nógv, sum bendir á, at greipuvinnarin tvey tey seinastu árini ikki er so væl fyri í ár, sum liðið hevur verið tey bæði undanfarnu árini.
Fyri einari viku síðani tapti EBS/Skála 7-1 í stórsteypadystinum ímóti HB. Í dag vóru meistararnir í fyrsta umfari í landskappingini á útivølli ímóti ÍF/Víkingi/B68. Dysturin var í Sarpugerði, og heimaliðið vann 4-1 eftir at hava verið frammanfyri 1-0 í hálvleikinum.
Jacoba Langgaard setti hol á longu í fimta minutti. Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Hjørdis Rasmusdóttir um munin til 2-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Annika Ragna Christiansen til 3-0.
Birna Tummasardóttir Mikkelsen minkaði um munin, tá ið tað restaði ein minuttir av vanligu leiktíðini,og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Hjørdis Rarmusdóttir 4-1 heimasigurin.
Í Klaksvík vann KÍ 2-1 ímóti B36. Rannvá B. Andreasen skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Støðan í hálvleikinum var 1-1. Tóra Mohr skoraði til 1-0, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, og tíggju minuttir seinni javnaði Emma Hansdóttir við brotssparki. Og so var tað, at veteranurin Rannvá B. Andreasen skoraði sigursmálið, so KÍ vann 2-1.