Tað var einki at ivast í, tá ið meistararnir í Klaksvík seinnapartin høvdu vitjan av Skála, sum framvegis leingist eftir fyrsta sigrinum í ár. KÍ vann 3-0. Eftir fyrra hálvleik var 2-0.
Sannførandi sigurin ber við sær, at tað nú eru tvey stig frá KÍ og fram til toppliðið HB, sum skal spæla á útivølli ímóti NSÍ í annaðkvøld
At spurningurin eftir steðgin bara var, hvussu stórur heimasigurin fór at verða, varð staðfest longu í fyrsta minutti eftir steðgin. Tá vann KÍ horna í høgru. Jóannes Bjartalíð legði innfyri og Páll A. Klettskarð, sum var settur á vøllin eftir steðgin, setti bóltin í netið, og so var 3-0.
Fyrsta málið varð eisini skorað eftir horna úr høgru. Jóannes Bjartalíð sendi innfyri, og eftir at einir tveir høvdu nortið við bóltin, var tað KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum skumpaði bóltin síðsta meturin inn um málstrikuna.
Klaksvíkingar pressaðu í løtum gestirnar frammarlaga á vøllinum, og tað var orsøkin til 2-0 málið. Jonn Johannesen vann bóltin frammarlaga í høgru, legði upp á tvørs, og Patrik Johannesen takkaði fyri og skoraði annan dystin á rað.
Skálamenn royndu at spæla fótbólt, og teir vóru ágrýtnir, men tað var ov stórur munur á liðunum. KÍ eigur nógv størri likamliga styrki og vann flestu nærdystirnar bæði á jørðini og í luftini, og KÍ hevði fleiri royndar spælarar, sum loystu av, enn skálamenn áttu.
Sum seinni hálvleikur leið, var bólturin mest sum alla tíðina á skálahálvuni. Tá ið gestirnir viðhvørt vunnu bóltin, vóru klaksvíkingar á teimum, áðrenn tað bar Skála til at vinna seg fram á mótstøðuhálvuna.
Síðstu minuttirnar vendi myndin. Skála var fleiri ferðir í KÍ brotsteiginum, og tá var um reppið, at Ronni Møller-Iversen minkaði um munin, men úr góðari støðu og eitt sindur úr vinstru sendi hann bóltin upp um KÍ málið.
KÍ – Skála 3-0 (2-0)
1-0: Jákup B. Andreasen 9.
2-0: Patrik Johannesen 41.
3-0: Páll Klettskarð 46.
Dómari: Rúni Gaardbo
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Ísak Simonsen, 56.), Jesper Brinck, Ólavur Niclasen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup B. Andreasen (Páll A. Klettskarð, 46.), Patrik Johannesen – Jonn Johannesen, Ole Erik Midtskogen (Boris Dosljak, 46.)
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen
Skála: Bárður á Reynatrøð – Jóhan Waag Høgnesen, Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Djóni Petersen (Rói Olsen, 56.) – Niels Pauli Danielsen (Aksel B. Danielsen, 75.), Mikal á Reynatrøð – Heðin Klakstein, Jan Ingason Hansen, Ronni Møller Iversen – Poul Kallsberg (Jóhan Bergsson Johansen, 90.)
Gult kort: eingin
Venjari: Bill Jacobsen