Tað er nú greitt, at finnast skal ein nýggjur afrikameistari, longu eftir bólkaspælið.
Zambia, ið vann kappingina seinast, megnaði bert tríggjar javnleikir í bólkaspælinum móti Nigeria, Etiopia og Burkina Faso, og tað var ikki nóg mikið.
Serliga undraði tað, at Burkina Faso megnaði at spæla seg víðari. Men tað hendi, eftir at landið vann 4-0 á Etiopia, og síðani megnaði at halda fast móti Zambia, og harvið fyri fyrstu ferð í seks African Cup of Nations at sleppa víðari úr bólkaspælinum.
Tað stóð á hjá einum øðrum av favorittunum í bólkinum, Nigeria, at spæla seg víðari. Men við tveimum seinum Victor Moses (myndin) brotsspørkum eydnaðist Nigeria at vinna 2-0 á Etiopia, og harvið spæla seg víðari saman við Burkina Faso.
Seinastu dystirnir í bólkasælinum eru í kvøld, tá bólkur D verður leiktur liðugur.
Dystirnir eru:
Tunesia-Togo
Fílabeinsstrondin-Algeria
Fílabeinsstrondin er víðari, og slagið um nummar tvey í bólkinum stendur millum Tunseia og Togo.