Meistararnir taptu ímóti Víkingi í Reykjavík

Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í FH taptu týdningarleysan dyst í dag

 

Gunnar Nielsen vardi málið, og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 69 minuttir á vøllinum, tá lið teirra, FH, sum hevur endurvunnið íslendska meistaraheitið vitjaði Víking Reykjavík á útivølli.

 

Talan var um ein týdningarleysan dyst í næstseinasta umfarinum í íslendsku pepsideildini. Víkingur Reykjavík hevur ongan møguleika at koma út í Evropa, og FH bíðar bara eftir at fáa steypið handað komandi vikuskiftið. Víkingur vann dystin í dag 1-0 við sigursmáli, sum var skorað í 14. minutti. Gunnar Nielsen hevði sambært Morgunblaðnum onkra góða bjarging í dystinum.

 

Sonni Ragnar Nattestad var leikbannaður, tá lið hansara Fylkir spældi javnleik 2-2 ímóti Þrótti. Úrslitið merkir, at Fylkir framvegis er tvey stig undir niðurflytingarstrikuni.

 

Seinasti leikdagurin verður leygardagin. FH tekur ímóti ÍBV, og Fylkir vitjar KR á útivølli.

 

Støðan í pepsideildini nú bert eitt umfar er eftir at leika : 

 

1FH21   12 6  3   31:1642
2Stjarnan21113739:3036
3Breiðablik21105627:1735
4KR21105626:2035
5Fjölnir21104739:2534
6Valur2195740:2832
7ÍA211011028:3231
8Víkingur Reykjavík2185827:3129
9ÍBV21641122:2622
10Víkingur Ólafsvík21561022:3421
11Fylkir21471025:3719
12Þróttur R.21351318:4814