Tað var annars H71, sum byrjaði dystin betur, men sum fyrri hálvleikur leið fekk Neistin alt betur tak á, og tá farið varð til steðgin, stóð á jøvnum. Tá fekk Esbern Patursson eisini reytt kort, so H71 mátti vera hann fyriuttan allan seinna hálvleik.
Tað gekk tó sera javnt á størsta partin av seinna hálvleiki. Seinastu 10 minuttirnar fekk Neistin tó togað seg bæði tvey og trý mál framum, og tó at H71 sprellaði aftur móti endanum, so gjørdist hetta akkurát ov lítið hjá meistarunum.
Besti málskjútti hjá hoyvíkingum var Poul Kjartan Dam, sum skeyt átta mál. Heini Hanusarson og Jugoslav Djumic skoraðu seks ferðir í part fyri Neistan.
H71-Neistin 26-27 (11-11)