Hondbóltur ? kvinnur
Vit skrivaðu leygardagin, at alt annað enn ein tryggur sigur ti VÍF í dystinum móti Kyndli var óhugsandi. Talan gjørdist eisini um ein sigur, og tó at hann ikki var so trivaligur í tølum, so er einki at ivast í, at hann var tryggur.
Spardu seg
Tað var longu frá byrjan greitt, at VÍF í ávísan mun hevði valt at spara upp á fólkið til hendan dystin.
Soleiðis vóru bæði Manuela Stan og Ioana Rápa fyri tað allar mesta á beinkinum, og ikki ein gongd ein bragdlig kyndilsbyrjan kundi fáa venjararnar at royna seg við nøkrum útskiftingum.
Kyndil helt seg nevnliga á odda fyrstu 25 minuttirnar, men hóast hetta, so tóktist tað alla tíðina soleiðis, at VÍF kundi seta meira á, um hugurin var til tess.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki øktu tær á heimaliðnum alt fyri eitt um munin, og tó at Kyndil framvegis hekk í, so hevði heimaliðið skil á tí mesta, sum fyrifórst úti á vøllinum. Eitt skifti fekk Kyndil tó minkað munin niður aftur í tvey mál, men eftir at VÍF tá framdi nakrar útskiftingar, so liðið nú líktist idealuppstillingini, varð alt sett upp á pláss seinastu seks-sjey minuttirnar.
Fleiri glottar
Komandi vikuskifti skal VÍF spæla oddadyst í Klaksvík, men avrikið sunnudagin er neyvan nakað haldgott grundarlag at gera nakra veruliga meting um, hvussu dysturin móti Stjørnuni fer at spæla av.
Tað er tó einki dulsmál, at fyri VÍF mundi tað koma væl við, at tey aftur fingu høvi at hvíla týdningarmiklar leikarar. Skaðar eru spakuliga farnir at gera um seg í hópinum, og neyðugt er uttan iva at fáa hesar í rættlag, um drúgva sigursgongdin frá í fjør skal endurtakast.
Hóast Kyndil sum so ikki kundi gera so øgiliga nógv við VÍF í dystinum, so skerst ikki burtur, at fleiri glottar kortini vóru at hóma. Stríðsviljin var betri, enn hann hevur verið í undanfarnu dystunum,og so styrkir tað sjálvandi um, at Rakul N. Joensen nú aftur er at síggja á vøllinum.
Tað er tó ikki nóg mikið hjá Kyndli, at tær stríðast væl ímóti oddaliðunum í deildini, um liðið ikki skal koma í óhugsandi støðuna sum ein niðurflyting vildi verið. Her eru tað fyrst og frems Sóljan og StÍF, sum tær skulu stríðast ímóti, og í teimum dystum, sum Kyndil hevur tapt móti hesum, hevur viljin at vinna snøgt sagt ikki verið nóg stórur.
Hvørt hesin er batnaður, fæst kanska ein ábending um um tvær vikur, tá Kyndil vitjar á Skála, men áðrenn tað er eisini heimadysturin móti VB á skránni, og ivaleyst vilja tær í Kyndli royna at fáa okkurt burtur úr hesum.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 23-19 (11-9)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 5(1), Nicoleta Radu 5, Jacklin Durhuus 4(1), Fríða Marjunardóttir 3, Barbara á Rógvu 2, Ioana Rápa 2, Alis Høghamar 1, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1
Kyndil: Lotte Sørensen 0(5), Annika Ljósstein 4, Palma Petersen 2, Rakul N. Joensen 2, Marjun Tróndarson 1, Ann Hansen 1
Brotskøst: VÍF 2, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 5
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Høvdu sum so ikki teir stóru spurningarnar at taka støðu til.