Meistararnir úr steypakappingini

Meistararnir í NSÍ kunnu nú nýta alla sína orku at verja FM heitið.

 

Steypavinnararnir í EB/Streymi vóru vertir, og EB/Streymur vann 1-0.

Sigursmálið skoraði Hans Pauli Samuelsen við beinleiðis hornasparki tá dysturin bert var fáar minuttir gamal.

Síðsta hálva tíman undan steðginum var NSÍ leikliga omaná, men ímóti nógva vindinum eydnaðist tað ikki teimum at fáa mál.

 

Eftir steðgin vóru fótbóltslíkindini heilt hampilig, og tá var EB/Streymur omaná. Teir høvdu fleiri møguleikar, meðan NSÍ ikki hevði nógv at bjóða uppá.

Stutt fyri leiklok royndi Bogi Løkin seg við frálíkum langskoti, men René Tórgarð vardi fyri soleiðis at dysturin endaði 1-0 til EB/Streym.