Meistararnir mistu aftur

Hóast NSÍ seinastu 20 minuttirnar spældu í yvirtalsstøðu, so vóru tað uttan iva vertirnir, sum iðraðu seg mest um javnleikin í Gundadali

Fótbóltur

Triðju ferðina upp í slag átti B36 heimavøll móti einum av liðunum, sum kappast verður við í oddinum. Og triðju ferðina upp í slag mátti árstalsfelagið taka til takkar við javnleiki. Hesa ferð við 1-1.

Uppiborin leiðsla
Støðugu skaðarnir, sum hava rakt B36 í ár, høvdu aftur hesa ferð við sær, at neyðugt varð við umskipanum á liðnum. Hóast Mikkjal Thomassen var aftur eftir leikbann, og soleiðis kundi loysa Fróða Benjaminsen av á miðvølinum, so hevði venjarin valt at flyta Klæmint Matras niðan úr verjuni eisini, og fyri tað nógva tóktist hetta eisini vera eitt sera gott hugskot.
Kropsliga var nevnliga eingin ivi um, hvør átti miðvøllin. Við Mikkjali og Klæminti afturat Hanus Thorleifsson átti heimaliðið ein sentralan miðvøll, ið mest sum ongan nærdyst tapti, og sum hartil eisini í løtum sýndi gott bóltspæl.
Fleiri ferðir eydnaðist eisini at skapa vandastøður, tá NSÍ-verjan við skjótum spæli varð spæld bæði fløt og tunn, men nærri enn eini stórbjarging frá Jens Martin Knudsen, tá Hanus Thorleifsson royndi seg, kom B36 tó ikki. Ikki fyrr enn Sonni L. Petersen brádliga varð dømdur fyri  heldur óneyðuga  at hava skumpað Kenneth Jacobsen í bakið við hornasparksstøðu, kom hol á.
Hóast mótmæli frá runavíkingum, so ivaðist Eiler Rasmussen ikki í brotssparkinum, og hetta hølvaði Mikkjal Thomassen flatt niður við vinstra stólpa til uppiborna 1-0 leiðslu.

Einmansherur
Leiðslan helt sær tó bert í fýra minuttir. NSÍ hevði fyri tað nógva lagt upp til kontraspæl, har Óli Hansen var spælstøð, og har Christian Høgni Jacobsen so skkuldi skapa nakað einsamallur. Og tað var eisini júst tað, sum hann gjørdi.
Óansið verjuspæl frá B36 hevði við sær, at landsliðsmaðurin brádliga kundi draga inn í brotsteigin. Og tá tríggir verjuspælarar aftraðu seg við at tackla, takkaði toppskjúttin í Formula-deildini fyri álopið og sendi bóltin niður við stólparótina til 1-1.
Í roynd og veru, so er ein tann størsta trupulleikin hjá NSÍ helst, at ov nógvar byrður verða lagdar á Christian Høgna. Eina ferð fyri steðgin var um reppið, at hann skoraði til 2-1 eftir somu uppskrift sum við 1-1 málið. Og eina ferð eftir steðgin gjørdist heilt vandamikið, eftir at sami við Christian Høgni fikst við hælinum spældi Jónstein Petersen leysan til innlegg.
Í at kalla allar aðrar mátar var tað B36, sum stóð fyri uppbyggjandi spælinum í dystinum. Beint fyri steðgin hevði Jens Martin eina framúr refleks-bjargin, tá Johan Ellingsgaard stútaði úr stuttari fjarstøðu, og eftir steðgin sýndi hann sannan landsliðsklassa, tá hann var skjótur niðri at verja fyri drønskoti frá offensiva samba-bakkinum hjá B36, Alex Jose dos Santos.

Yvirvág hóast reytt
Tað byrjaði spakuliga at líkjast einum total-dominansi hjá B36, men 20 minuttir fyri leiklok fingu teir eitt álvarslit skot fyri bógvin, tá Jákup Mikkelsen fekk reyða kortið, sum er lýst aðrastaðni á síðuni. Og ivaleyst mundi tað kennast eyka tungt, tá upprunin til støðuna var sjuskut verjuspæl, sum brádliga gjørdist vandamikið, tá eingin sparkaði bóltin av vandaleið.
Við einum manni í yvirtali hevði NSÍ nú allar møguleikar, men vandamiklir gjørdust gestirnir mest sum als ikki. Heldur var tað B36, sum áhaldandi legði trýst á í royndini at vinna dystin. Eitt nú hevði innskifti Obi góða roynd, og fleiri ferðir komu hvítu menninir væl ígjøgnum í borðunum, uttan at hetta tó gav opnar møguleikar.
Tí vóru tað uttan iva eisini meistararnir, sum iðraðu seg mest um javnleikin. Ikki minst, nú talan varð um triða javnleikin á rað. Javnleikir, sum hava við sær, at munurin fram til oddin nú er øktur upp í fýra stig.
Tann munurin er hjá NSÍ fimm stig, men sum so kunnu vespurnar í størri mun góðtaka hetta. Eftir vánaligu byrjanina hava teir nú fingið 11 av seinastu 15 møguligu stigunum, og tí eru teir enn langt ífrá afturúr sigldir í oddastríðnum. Og við útlit til heimadyst móti ÍF, munnu bæði spælarar og viðhaldsfólk hava vón um fulla úrtøku í tí dystinum eisini.