Í dag byrjar landskappingin í hondbólti hjá monnum. Tríggir dystir eru á skránni. Á nýggja gólvinum Í høllini á Hálsi tekur Kyndil ímóti meistarunum úr H71.
Í Vestmanna er eisini grannauppgerð á skránni. Har tekur VÍF ímóti KÍF, sum endaði nr. 2 farna kappingarár eftir tríggjar spennandi finalur ímóti H71.
Triði dysturin verður í ítróttarhøllini á Skála, har StÍF og Team Klaksvík spæla.
Allir dystirnir byrja kl. 16.00.