Meistararnir illa sperdir

Meistararnir í NSÍ fáa einki við sær úr Gundadali í dag. Tað er púra greitt, eftir at HB fimm minuttir undan leikloki hevur økt um heimaleiðsluna, so hon nú er 3-0.

Innskifti Christian Høgni Jacobsen hevur verið væl upplagdur ímóti barndómsfelagnum.

Fimm minuttir undan leikloki økti hann við góðum einmansavriki til 3-0. Christian Høgni smoygdi sær í vinstru ímillum tveir mótstøðuspælarar, áðrenn hann setti bóltin framvið Tórði Thomsen.

NSÍ hevði stutt frammanundan sett Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannes Justinussen á vøllin fyri Einar Hansen og Sjúrð Jacobsen.