Meistararnir hava fult stigatal

Føroyameistararnir úr Vági tykjast ikki á nakran hátt at taka sær av løttum, nú nýggja kappingarárið er byrjað

 

EB/Streymur-VB 0-4 (0-0)


Løgmanssteyp


Tað er vandi í hvørjari vælferð, verður sagt, men hetta tykist tó ikki á nakran hátt at vera galdandi fyri verandi føroyameistararnar í Vági.

Ofta er annars so, at mettan ger seg galdandi, tá eitt lið hevur vunnið nakað, men enn tykjast vágbingar als ikki at taka sær av løttum.

Leygardagin spældu teir triðja dystin í bólkaspælinum, og úrtøkan varð tann sama, sum hon áður hevur verið. Trý stig afturat inn á kontina, soleiðis at VB mest sum hevur tryggjað sær víðari luttøku, hóast vit enn bert eru komin hálva leið í bólkaspælinum.

Gaman í hevur talan í øllum trimum dystunum verið um mótstøðulið, sum verða roknað millum tey veikastu í bestu mansdeildini, men tað er eisini ein dygd at vinna slíkar dystir. Hálvleiksstøðan var 0-0 leygardagin, men við fýra málum seinastu trý korterini settu meistararnir alt upp á pláss. Málini hjá VB skutu Robert Cieslewicz, Krzystof Popczynski, Palli Augustinussen og Jón Gærdbo.