Meistararnir hava fulla úrtøku

KVINNUR: KÍ vann í dag á útivølli ímóti Víkingi, sum tíðliga í seinna hálvleiki var um at fáa um endan

Tað var heilt fitt av høgættarvindi, tá ið Víkingur tíðliga seinnapartin og í sólskini hevði vitjan av meistaraliðnum úr Klaksvík.

 

KÍ fór til hús við 3-1 sigri eftir 2-0 í fyrra hálvleiki, tá ið gestirnir høvdu fríska lotið undan.

 

Eftir upplegg frá Eyðvør Klakstein legði Hervør Olsen gestirnar á odda, tá ið ein hálvur tími var farin.

 

Fimm minuttir undan steðginum økti Tórunn Højgaard Joensen við framúr frísparki úr 26 metrum og eitt sindur til høgru um KÍ leiðsluna til 2-0. Bólturin tók handaru samankoming, áðrenn hann fór í netið.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin var bólturin nógv á KÍ hálvuni, og tá ið Hanna Isaksen Højgaard eftir innlegg úr høgru frá Rakul Sørensen fluktaði bóltin í málið, kendist tað sum um, at heimaliðið hevði fatur í rætta endanum.

 

Men Víkingur megnaði ongantíð av álvara at pressa KÍ, og sjey minuttir undan leikloki var heimamálverjin óheppin at gera sjálvmál, eftir at innskifta Rannvá B. Andreasen við frísparki sendi bóltin ímóti málinum.

 

Eftir tvey umfør hevur KÍ seks stig eftir 1-0 heimasigur ímóti B36 og 3-1 ímóti Víkingi í dag. Víkingur hevur trý stig eftir 16-0 sigurin í Suðuroy fyri einari viku síðani.